Samráðast nú aftur um lønarsáttmálar

10.01.2020 - 12:00
AktueltSamfelag
Samráðast nú aftur um lønarsáttmálar
Fundur hevur verið við Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og sjúkrarøktarfrøðingarnar
Súni Selfoss er formaður í Starvsmannafelagnum
 

Starvsmannafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hittust í gjár fyri fyrstu ferð í nýggja árinum.

Men eingin nýggjur sáttmáli er gjørdur enn.

Fundur verður aftur týsdagin.

Lønardeildin er eisini farið at samráðast við Lærarafelagið og sjúkrarøktarfrøðingarnar.

Og í næstu viku fer Lønardeildin at tosa við Akademikarafelagið.

Fóru úr gildi í heyst

Sáttmálarnir hjá 15 fakfeløgum, millum annað Starvsmannafelagnum, fóru úr gildi 1.oktober í fjør.

Lønardeildin miðar eftir at avgreiða lønarsáttmálan við stóru feløgini fyrst, ella í øllum førum okkurt av teimum.

Fyrsti samráðingarfundurin var 17.oktober. Hann var millum Lønardeildina og Starvsmannafelagið.

Hjá 12 fakfeløum á almenna arbeiðsmarknaðinum fara sáttmálarnir ikki úr gildi fyrr enn 1.oktober í ár, tí teir eru galdandi í trý ár.

Feløgini, sum hava hesar sáttmálar, fáa 2,5 prosent í lønarhækking seinasta árið, sum byrjaði 1.oktober.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. desember
Jambalaja - R.I.P. Shane MacGowan
167180
Leygardag 9. desember
Upp á tá 081223
167178
Leygardag 9. desember
Vikan 9. desember 20223
167175
Leygardag 9. desember
Morgunlestur leygardagur 9. desember 2023
166850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. desember
Veðrið
167147
Hósdag 7. desember
Sært tú meg? (4:4)
167093
Mikudag 6. desember
Úr savninum: Haruveiða í felag
135726
Týsdag 5. desember
Hin rusuti á Kilimanjaro (5:8)
167000