Velja nú løgtingsnevndir

bannari
Velja nú løgtingsnevndir
Sjálvstýri er farið í valbólk saman við nýggju samgonguni um at velja løgtingsnevndir
 
17.09.2019 - 14:57

Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýri manna tann størra valbólkin, sum hevur tilsamans 18 tingsessir.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eru í minna valbólkinum, sum hevur tilsamans 15 tingsessir.

Nevndarval er á skránni á tingfundinum, sum byrjaði klokkan 13:30, men valbólkarnir tingast enn um nevndarbýtið, og tí varð tingfundurin niðurlagdur.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, ætlar at seta tingfundin aftur klokkan 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112
Týsdag 20. mai
3-2 (19. mai 2025)
192108
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018