– Ein generalroynd til løgtingsvalið

bannari
– Ein generalroynd til løgtingsvalið
Tað hevur sínar fyrimunir, at vera ungur í politikki, halda tvey ung valevni til fólkatingsvalið
Hervør Pálsdóttir (E) og Bjarni Kárason Petersen (F)
Mynd: kvf.fo  
 
05.06.2019 - 20:55

23 ára gamla Hervør Pálsdóttir, ið stillar upp fyri Tjóðveldi, og 24 ára gamli Bjarni Kárason Petersen, ið stillar upp fyri Framsókn, eru tvey av teimum yngstu valevnunum til fólkatingsvalið.

Hóast tey læra nógv av teimum meira royndu politikarunum, eru bæði samd um, at tað hevur sínar fyrimunir at vera ungur í politikki.

Tey hava millum annað syrgt fyri, at fáa valstríðið út á sosialu miðlarnar, umframt at tey ungu í flokkunum, ofta leggja dent á onnur evni, so sum umhvørvið og etisk mál.

Avmarkað við politiskum evnum

Tað kann eisini vera ein fyrimunur, at tey hava stytri politiskt minni, og eru tí kanska meira framskygd og hanga seg ikki í gamlar trætur. 

Tey bæði valevnini ásanna, at fólkatingsvalið er heldur avmarkað, tí har eru ikki so nógv politisk evni, sum eru viðkomandi til fólkatingsvalið.

  Men hetta er ein góð roynd til løgtingsvalið - ein generalroynd, siga Hervør Pálsdóttir og Bjarni Kárason Petersen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191842
Týsdag 13. mai
Grønir fingrar (3:3)
191776
Týsdag 13. mai
Veðrið
191826
Týsdag 13. mai
KAKUMiKS (1:7) - teknmálstulkað
191815