Várlig listaframsýning í Kringvarpinum

Várlig listaframsýning í Kringvarpinum
Forhøllin í Kringvarpi Føroya verður komandi vikurnar karmur um eina framsýning við málningum, sum Eyðun av Reyni hevur málað
 
19.02.2019 - 12:25

Fríggjadagin letur listamaðurin upp framsýning við 16 várligum málningum. Teir flestu hevur Eyðun málað í ár og í fjør.   

Flestu málningarnir hava eitt frískligt og várligt dæmi. Við grovum strokum og sterkum litum málar hann málningar, har landsløg og bygdaløg hómast í einum spennandi litspæli. 

Eyðun av Reyni hevur seinastu árini roynt nýggja leið í málningum sínum, og henda framsýningin vísir ein leitandi listamann. 

Framsýningin letur alment upp fríggjadagin 22. februar kl. 16. Nýútbúni listfrøðingurin Dagmar M. Winther fer at siga frá listini hjá Eyðuni av Reyni, og Lea Kampmann fer at framføra egin løg. 

Hetta er fyrsta málningaframsýningin í nýggju forhøllini í Kringvarpinum. Framsýningin er opin gerandisdagar frá kl. 09 til kl. 18. Leygardagar er opið frá kl. 10 til 14.  

Framsýningin er opin til 31. mars. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815