Føroyar-Grønland beinleiðis í sjónvarpinum

Føroyar-Grønland beinleiðis í sjónvarpinum
Kringvarpið vísir báðar landsdystirnar í hondbólti millum Føroyar og Grønland beinleiðis í sjónvarpinum
 
12.01.2019 - 13:20

Leygardagin og sunnudagin spæla hondbóltslandsliðini hjá Føroyum og Grønlandi venjingardystir í hondbólti.

Dystirnir eru partur av fyrireikingunum hjá føroyska hópinum til EM-undankappingardystirnar, sum verða spældir seinni í ár.

Leygardagin verður spælt í Stórhøllini í Havn klokkan 20.00. Sunnudagin verður spælt í høllini í Vestmanna klokkan 17.00.

Kringvarpið vísir báðar dystirnar beinleiðis í sjónvarpinum. 

Dystirnir kunnu eisini stroymast í HD-góðsku á kvf.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681