Taptu fyrsta dystin

Taptu fyrsta dystin
U18-landsliðið við monnum tapti í morgun fyri Luksemburg í sínum fyrsta dysti í EM-kappingini í Georgia, sum byrjaði í dag.
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
10.08.2018 - 14:34

Føroyska U18-landsliðið hjá monnum luttekur í hesum døgum í EM-kapping í Georgia. Fyrsti dystur hjá Føroyum var í dag móti Luksemburg, sum Føroyar tapti. 

Føroyar løgdu seg á odda frá dystarbyrjan, men megnaðu ikki at halda støðuni. Tá farið varð til hálvleiks, var støðan 12-18 til Luksemburg, stendur á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum. 

Í seinna hálvleiki stóð verjan nakað stinnari, og megnaðu Føroyar at halda málmuninum. Endaliga úrslitið gjørdist 26-32. Elias á Skipagøtu var stórspælandi í álopinum. Hann skeyt 10 mál og varð valdur til dagsins leikara eftir dystin.

Hetta er samstundis fyrsti landsdystur nakrantíð hjá fleiri av føroysku spælarunum, sum skulu aftur í eldin í morgin, tá Føroyar hitta Estland. 

Tann dysturin byrjar klokkan 8. Evropeiska hondbóltssambandið stroymir allir dystir í kappingini, og til ber eisini at síggja dystin hjá Føroyum í morgin. Leinkjan, sum opnar í nýggjum vindeyga, er her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV