Námsvísindadeildin ikki lægri raðfesting

08.08.2018 - 13:07
AktueltSamfelag
Námsvísindadeildin ikki lægri raðfesting
Námsvísindadeildin hevur ikki lægri raðfesting í dag, enn hon hevur havt fyrr, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum
 

Námsvísindadeildin hevur ikki lægri raðfesting í dag enn hon hevur havt fyrr, men tað er rætt at eitt nú granskingin á deildini ikki er komin nóg langt áleiðis.

Tað sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðaskaparsetrinum, eftir at næstformaðurin í Føroya Lærarafelag sigur læraraútbúgvingina vanta pening til at fremja sítt virksemi.

Læraraútbúgvingin hevur ikki lægri játtan í dag, enn hon hevði fyrr. Tað sigur Sigurð í Jákupsstovu, nú næstformaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli Olsen, sigur seg ynskja eina hægri raðfesting til læraraútbúgvingina á setrinum. 

Fyrr var bert ein játtan til læraraútbúgvingina. Nú er tann játtanin býtt sundur, eftir at fleiri stovnar vórðu lagdir undir Setrið, men samanlagt fara framvegis millum 22 og 23 milliónir til útbúgvingina. 

Sigurð í Jákupsstovu viðgongur tó, at tað eru nøkur viðurskiftir, ið framvegis ikki eru komin endaliga upp á pláss. Eitt nú kravið um at undirvísingin skal hava støði í gransking, ið er gjørd á setrinum.

Tað eru tíggju ár síðan, at Læraraskúlin varð lagdur undir Fróðskaparsetrið. Í tí sambandi sigur Jacob Eli Olsen, at tíðin er komin at eftirmeta deildina og útbúgvingina. Hesum tekur Sigurð í Jákupsstovu undir við.

Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750