Heimadysturin verður hvørki í Havn ella Klaksvík

Heimadysturin verður hvørki í Havn ella Klaksvík
Nú er rættiliga óvist, um fyrsti heimadysturin í EM-kappingini hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum í hondbólti verður í Føroyum yvirhøvur.
 
16.07.2018 - 09:16

Fyrsti EM-undankappingardysturin hjá føroysku A-landsliðsmonninum á heimavølli er móti Danmark. Hann verður síðst í oktober.

Evropeiska hondbóltssambandið, EHF, vil ikki geva undantaksloyvi til at spæla dystin á Hálsi í Havn ella í Badmintonhøllini í Klaksvík.

EHF vil vita meira um Marghøllina í Vági, millum annað, hvussu høllin kann hitast, um ferðing til Suðuroyar og gistingarmøguleikarnar í Suðuroynni.

Men hetta verður ein dýr loysn, sigur forkvinnan í Hondbóltssambandinum. Kanska góðtekur EFH marghøllina í Vági.

- Men, sigur Gunn Ellefsen, eg ivist, um alt annað verður góðtikið. Ógvuliga stór krøv eru til eitt nú ferðingina og gistingina. 

Og Hondbóltssambandið hevur heldur ikki fíggingina til at hava dystin í Vági. 

Tað fer at kosta ov nógv at keypa ein hondbóltsvøll og áskoðarapallar við plássi fyri í minsta lagi 2000 áskoðarum, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, við heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum.

Hondbóltssambandið fer nú at taka støðu til, hvat næsta stigið er.

Føroyar eru í bólki við Danmark, Montenegro og Ukraina í EM-undankappingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Mánadag 14. juli
Morgunlestur mánadagur 14.juli 2025
194085
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. juli
3-2
194470
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401
Leygardag 12. juli
Video: 10 mannafør á Fjarðastevnu 2025
194390