Kærumál um umróður ikki avgreitt

11.07.2018 - 08:36
ÍtrótturKappróður
Kærumál um umróður ikki avgreitt
Málið um róðurin hjá 5-mannaførum gentum á Eystanstevnu er ikki av enn. 
 

Í síðstu viku gjørdi dómsnevndin av at ógilda úrskurðin hjá nevndini í Róðrarsambandinum, og segði, at eingin umróður verður hjá 5-mannaførum gentum.

Men tað fall ikki góða jørð hjá øllum. 

Nú hevur eitt kappróðrarfelag kært úrskurðin hjá Dómsnevndini til ítróttardómstólin hjá ÍSF.

Róðrarsambandið fekk klagu um tjóvstart í FM-róðrinum á Eystanstevnu hálvan juni. Nevndin kannaði videotilfar frá málinum og kundi staðfesta, at ikki minni enn átta bátar tjóvstartaðu. Nevndin gjørdi av, at 5-mannafør gentur skuldu rógva umaftur. 

- Tá støðan er soleiðis, so hava vit ikki annan møguleika enn at døma umróður, segði Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandinum um avgerðina.

Men tað vóru fleiri meiningar um tað. 

Tvey feløg kærdu úrskurðin hjá nevndini til dómsnevndina, og nú hevur so eitt kappróðrarfelag kært úrskurðin hjá dómsnevndini til ítróttardómstólin.

Í ítróttardómstólinum, sum er undir ÍSF, sita Anna Rein, forkvinna, Eyðhild Skaalum, Børge B. Hansen, Jóhan Lamhauge og Magnus Dam.

Tveir róðrar eru eftir í FM-kappingini. Róð verður um vikuskiftið á Vestanstevnu í Sandavági og so á ólavsøku.

Niðanfyri síggjast videoupptøkur av Eystanstevnuróðrinum, tá átta bátar, sambært Róðrarsambandinum, tjóvstartaðu:

20180621_MUGU_ROGVA_UMAFTUR
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. desember
Jambalaja - R.I.P. Shane MacGowan
167180
Leygardag 9. desember
Upp á tá 081223
167178
Leygardag 9. desember
Vikan 9. desember 20223
167175
Leygardag 9. desember
Morgunlestur leygardagur 9. desember 2023
166850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. desember
Veðrið
167147
Hósdag 7. desember
Sært tú meg? (4:4)
167093
Mikudag 6. desember
Úr savninum: Haruveiða í felag
135726
Týsdag 5. desember
Hin rusuti á Kilimanjaro (5:8)
167000