Kirkjugarðurin í Hoyvík liðugur til várs

28.06.2018 - 15:24
AktueltSamfelag
Kirkjugarðurin í Hoyvík liðugur til várs
Annað byggistig bleiv liðugt herfyri og umleið 350 gravir standa klárar í nýggja kirkjugarðinum.
Nýggi kirkjugarðurin í Hoyvík skal vera omanfyri Klingruna.
 

Annað byggistig av kirkjugarðurin í Hoyvík, sum er omanfyri Klingruna, er liðugt, og umleið 350 gravir standa klárar í nýggja kirkjugarðinum. 

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Nú er eftir at gera eitt nú parkeringsøki og atkomuveg, kantsteinar, asfaltering, kloakk og rørføringar, skrivar kommunan.

KONSAX hevur givið tilboð at gera kirkjugarðin lidnan, býráðið játtaði herfyri at seta av 8,5 milliónir til liðugtgerð av kirkjugarðinum.

Mett verður, at kirkjugarðurin verður liðugur um 8 - 12 mánaðir, tað vil siga á vári 2019. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. apríl
Plátupanelið #008 (2003)
155028
Leygardag 1. apríl
Martin Mouritsen er gestur í Brunsj
155026
Leygardag 1. apríl
Jambalaja 010423
155025
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mars
Veðrið
155005
Hósdag 30. mars
Grønjakkar í Havn
154887
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636