Kært avgerð um umróður

28.06.2018 - 15:43
ÍtrótturKappróður
Kært avgerð um umróður
Róðrarsambandi metti, at átta bátar tjóvstartaðu, tá fimmmannafør gentur róðu á Eystanstevnu og dømdi tí umróður. Nú hava tvey feløg kært úrskurðin.
 

Dómsnevndin í Róðrarsambandi Føroya fer sunnukvøldið at viðgerða kærurnar um úrskúrin hjá nevndini í róðrarsambandinum í sambandi við róðurin hjá fimmmannaførum gentum á Eystanstevnu.

Tað váttar Hans David Hansen, limur í dómsnevndini.

Róðrarsambandið fekk klagu um tjóvstart í FM-róðrinum á Eystanstevnu. Nevndin kannaði videotilfar frá málinum og kundi staðfesta, at ikki minni enn átta bátar tjóvstartaðu. Nevndin avgjørdi, at 5-mannafør gentur skulu rógva umaftur. 

- Tá støðan er soleiðis, so hava vit ikki annan møguleika enn at døma umróður, segði Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandinum um avgerðina.

Men tað fall ikki í góða jørð hjá øllum. Tvey feløg hava síðani kært úrskurðin hjá nevndini til dómsnevndina, har málið liggur nú.

Tríggir róðrar eru eftir í FM-kappingini. Róð verður á Fjarðastevnu, Vestanstevnu og á ólavsøku.

Niðanfyri síggjast videoupptøkur av Eystanstevnuróðrinum, tá átta bátar, sambært Róðrarsambandinum, tjóvstartaðu:

20180621_MUGU_ROGVA_UMAFTUR

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. desember
Jambalaja - R.I.P. Shane MacGowan
167180
Leygardag 9. desember
Upp á tá 081223
167178
Leygardag 9. desember
Vikan 9. desember 20223
167175
Leygardag 9. desember
Morgunlestur leygardagur 9. desember 2023
166850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. desember
Veðrið
167147
Hósdag 7. desember
Sært tú meg? (4:4)
167093
Mikudag 6. desember
Úr savninum: Haruveiða í felag
135726
Týsdag 5. desember
Hin rusuti á Kilimanjaro (5:8)
167000