Ingi skal venja grønlendingar í hondbólti

Ingi skal venja grønlendingar í hondbólti
Venjarin hjá Grønlandi gavst brádliga, og hjálparvenjarin tók við
Ingi Olsen er nú venjari hjá grønlendska landsliðinum hjá monnum í handbólti.
 
21.11.2017 - 07:23

Ingi Olsen úr Vestmanna er settur sum venjari hjá grønlendska landsliðinum hjá monnum í hondbólti.

Hann tekur við eftir Niels Møller, boðar grønlendska hondbóltssambandið frá. 

Niels Møller gavst óvæntað sum venjari í síðstu viku eftir átta ár í sessinum. 

Hvørki hann ella grønlendska hondbóltssambandið vilja siga, hví Niels Møller er givin. 

Hann heldur tó fram við at arbeiða fyri hondbóltssambandið.

Ingi Olsen kennir væl grønlendska liðið, tí hann hevur verið hjálparvenjari hjá tí síðani 2014.

Ingi Olsen er eisini venjari hjá besta mansliðinum hjá VÍF.

Grønlendska landsliðið skal vera við í stóru PANAM kappingini næsta summar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891