Landið gevur pengar sum kommunurnar gjalda

bannari
Landið gevur pengar sum kommunurnar gjalda
Fyritíðarpensjónistar fáa 1000 kr.meira um mánaðin. Kommunurnar missa yvir 25 milliónir krónur
Fíggjarmálaráðið broytir skattalógina. Kommunurnar gjalda.
 
02.10.2017 - 13:11

Broyting í skattalógini, sum skal hjálpa fyritíðarpensjónistum, fer at kosta kommununum 25,3 mió. kr. í mistum skatti.

Samstundis fær landið 9,4 mió. kr. meira í sín part.

Landsstýrið ætlar at geva fyritíðarpensjónistun 1.000 kr. afturat um mánaðin næsta ár.

Uppskotið, sum hevur samband við fíggjarlógaruppskotið fyri 2018, hevur ikki verið til hoyringar, áðrenn tað er lagt fram í løgtinginum.

Tað er farið til hoyringar nú.

Kommunufelagið kannar

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, sigur, at uppskotið kemur illa við hjá kommununum. 

Og tað kemur eisini sum ketta upp úr høvdatrogi. Eingin visti um hetta uppskotið, heldur ikki tingfólk.

Eyðun Christiansen sigur, at tey kanna nú í Kommunufelagnum, hvussu tey skulu lofta uppskotinum, og hvat tey skulu gera, nú tað er komið í løgtingið.

Hann veit heldur ikki, um kommunurnar fáa tær 25 milliónirnar aftur í onkum øðrum lógaruppskoti. 

Einki stendur um tað í uppskotinum um broytingina í skattalógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454