Grundlógaravhoyring um harðskapsmál

Grundlógaravhoyring um harðskapsmál
Ein maður um 40 ára aldur skal í dag grundlógarvhoyrast í einum máli um harðskap móti einari kvinnu
 
31.03.2017 - 12:23

Grundlógaravhoyring verður í dag í sambandi við eitt harðskapsmál í Havn í gjár. Tað var um sekstíðina í gjárkvøldið, at ein kvinna ringdi til løgregluna og boðaði frá, at maðurin hevði framt harðskap móti henni.

Løgreglan kom á staðið, og tók mannin, sum er um 40 ára aldur, við á politistøðina, har hann hevur ligið náttina. Maðurin hevur onnur mál um harðskap móti sær, sum enn ikki hava verið til viðgerðar í rættinum.

Tí avgjørdi løgreglan, at maðurin skal til grundlógaravhoyring fyri at fáa mannin varðhaldsfongslaðan. Klokkan 14 verður aftur grundlógaravhoyring. Tá er talan um rúsevni.

Hildur Hentze, dagligur leiðari fyri kriminaldeildini, kann einki siga um málið - annað enn, at biðið verður um, at grundlógaravhoyringin verður fyri afturlatnum hurðum. Og tað merkir, at fjølmiðlar og onnur ikki hava atgongd til rættarhølið tá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744