Dómur fallin: Smuglaðu fleiri kilo av hassji

Dómur fallin: Smuglaðu fleiri kilo av hassji
Føroya rættur hevur í dag hevur dømt tveir menn, ið smuglaðu hassj til Føroya. Menninir ætlaðu at selja hassjið víðari
Føroya rættur hevur dømt tveir menn, 25 og 22 ára gamlir, eru dømdir ávikavist 10 og 11 mánaðar forngsulsrevsing fyri at hava smuglað hassj til Føroya
 
21.03.2017 - 15:59

Føroya rættur hevur dømt tveir menn, 25 og 22 ára gamlir, ávikavist 10 og 11 mánaðar forngsulsrevsing fyri at hava smuglað slök 5 kilo av hassji til Føroya og fyri at hava ætlanir um at selja tað víðari. 

Menninir, annar ein dani, komu til Føroya við Norrönu. Við sær høvdu teir ein gamlan bil, sum danin átti. Tollararnir í Havn fingu frænir um, at okkurt var í bilinum, og boðaðu løgregluni frá. 

Ikki handtiknir beinanvegin

Løgreglan handtók ikki teir báðar menninar beinanvegin, men setti fólk at eygleiða teir og eltu teir, meðan teir koyrdu í býnum.

Menninir vórðu handtiknir uttan fyri bústaðin hjá føroyinginum. Tá vóru teir í ferð við at bera hassjið, sum teir høvdu fjalt í bilinum, inn í húsini og at skrúva billutirnar saman aftur.

Menninir hava sitið í varðhaldi síðani teir vórðu handtiknir. Teir eru dømdir 10 og 11 mánaðar fongsulsrevsing, men annar maðurin hevur biðið um tíð at umhugsa dómin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744