Færri brotsverk í Føroyum

Færri brotsverk í Føroyum
Kriminaliteturin er lutfalsliga nógv minni í Føroyum enn í Danmark. Løgreglan hevur í morgun kunngjørt nýggjastu hagtølini
Í fjør fekk politiið í Danmark fráboðan um 67 brot á revsilógina fyri hvørji 1000 fólk. Í Føroyum var talið bara 12 lógarbrot fyri hvørji 1000 fólk
 
15.03.2017 - 10:32

Í fjør fekk politiið í Danmark fráboðan um 67 brot á revsilógina fyri hvørji 1000 fólk. Í Føroyum var talið bara 12 lógarbrot fyri hvørji 1000 fólk. Hagtølini eru aftur til 2008. Talið í fjør er tað minsta í Føroyum síðani tá.

Lógarbrot hjá ungum eru sera fá í Føroym. Lógarbrotini eru helvtina færri nú enn fyri tíggju árum síðani. 2016 var fyrsta árið, har eingin undir 18 ár bleiv skuldsettur fyri harðskap í Føroyum, upplýsir politiið.

Politiið heldur, at miðvís fyribyrgjandi átøk, sum millum annað SSP samstarvið ger, og, at politiið er sjónligari um kvøldið og um náttina, gera, at færri bróta revsilógina. SSP er samstarv millum skúlar, sosialar myndugleikar og politi.

Færri harðskapsmál í 2016

Sambært tølunum fyri 2016 vóru góð 20 prosent færri fráboðanir um harðskap í fjør enn í 2015. Tær vóru 80 í fjør. Innbrotini eru tó fleiri nú. Í fjør kom fráboðan um innbrot í miðal sætta hvønn dag.

Í Føroyum er hálvtannað harðskapsmál fyri hvørji 1000 fólk. Tey eru fýra í Danmark. Eisini í ferðsluni var støðan partvíst betri í fjør enn í 2015. Ferðsluóhappini vóru 23 prosent færri í fjør. 

Men níggju prosent fleiri vórðu skuldsett fyri rúsdrekkakoyring í fjør. Skuldsetingarnar fyri onnur brot á ferðslulógina vóru 75 prosent fleiri í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744