Fundur avlýstur: Býráðið kundi ikki skipast

bannari
Fundur avlýstur: Býráðið kundi ikki skipast
Býráðsfundurin hjá Tvøroyar býráð í gjárkvøldið, har býráðið skuldi skipa seg, mátti avlýsast, tí fundurin varð ikki viðtøkuførur
Nývalda býráðið á Tvøroyri skuldi skipa seg mikukvøldið tá ætlanin var at hava fund. Fundurin varð ikki viðtøkuførur tí fleiri ikki møttu
 
17.11.2016 - 08:57

Fundurin hjá býráðnum á Tvøroyri skuldi vera klokkan eitt korter til tíggju í gjárkvøldið. Bara fýra av teimum sjey býráðslimunum møttu á fundi.

Tí var býráðið ikki viðtøkuført at velja borgarsstjóra og varaborgarstjóra. Umboðini hjá Javnaðaflokkinum góvu avboð til fundin, og tá eykalimirnir heldur ikki møttu, mátti fundurin avlýsast. 

Bogi Johannsen, sum er næstvaldur á Javnaðarlistanum, sigur, at tey bóðu um at fáa fundin útsettan, tí tey høvdu ikki havt stundir at tosa saman.

Men tá telduposturin ikki varð svaraður, góvu tey avboð til fundin. Nýggur fundur verður væntandi seinast í hesum mánaðinum, upplýsir kommunustjórin á Tvøroyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762