Raksturin meira enn 100 milliónir í avlopi

bannari
Raksturin meira enn 100 milliónir í avlopi
Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu lækkar 0,75 prosentstig næsta ár, men kortini verður rakstraravlopið 101 millión krónur
Tórshavnar býráð viðgjørdi og samtykti mikukvøldið fíggjarætlanina fyri 2017. Úrslitið, tá renturnar eru goldnar, verður 101 millión í avlopi
 
17.11.2016 - 07:38

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu lækkar 0,75 prosentstig næsta ár.

Skattaprosentið næsta ár verður 19.

Skattalættin kostar kommununi 30 mió. kr.

Tað samtykti býráðið í gjárkvøldið, tá fíggjarætlanin fyri 2017 varð viðgjørd og samtykt.. 

Fíggjarætlanin skal hava eina viðgerð afturat í býráðnum.

Sambært fíggjarætlanini verða inntøkurnar hjá høvuðsstaðnum 868 mió. kr. í 2017.

Raksturin er mettur at kosta 739 milliónir, og aðrar útreiðslur eru 22 milliónir. Íløgur skulu gerast fyri 83 milliónir. 

Úrslitið, tá renturnar eru goldnar, verður 101 millión í avlopi til avdráttir og íløgur. 

Tórshavnar kommuna skal rinda 18 mió. kr í avdráttum í 2017.

Níggju atkvøddu fyri fíggjarætlanini.

Tjóðveldisfólkini í býráðnum og Bogi Andreasen, sum er í meirilutanum, atkvøddu ikki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074