Yvirlit: Hesi vunnu norðurlandaráðsvirðislønir

Yvirlit: Hesi vunnu norðurlandaráðsvirðislønir
Árligu virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum vórðu lætnar í Keypmannahavn týskvøldið. Sí her, hvørji vunnu ymisku virðislønirnar
Svenska Katarina Frostenson fær í ár bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum varð kunngjørt týskvøldið. Norska Dagsavisen avdúkaði av óvart tíðindini týsmorgunin
Mynd: Nordisk Råd  
 
02.11.2016 - 07:56

Svenska Katarina Frostenson vann bókmentavirðislønina fyri yrkingasavnið ”Sånger och formler.”

Hans Abrahamsen úr Danmark vann tónleikavirðislønina fyri verkið “Let Me Tell You.”

Virðislønin fyri ársins film fór til norðmennirnar Joachim Trier, Eksil Vogt og Thomas Robsahm, sum hava gjørt filmin "Louder Than Bombs."

SÍ EISINI Kunngjørt vinnaran ov tíðliga

Íslendski Arnar Már Arngrímsson hevur skrivað bókina "Sölvasaga unglings," og fekk við henni virðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir.

Donsku, Stian Olesen og Klaus B. Pedersen, fingu umhvørvisvirðisløn fyri appina ”Too Good To Go,” sum millum annað hjálpir brúkarum og krambúðum at sleppa undan matspillu.

Carl Jóhan Jensen, Bárður Oskarsson og tónleikabólkurin Orka vóru eisini innstillað til virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum týskvøldið. Vinnararnir fáa 350.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337