Steingja fyri dálkandi skipum

Steingja fyri dálkandi skipum
Føroyar vera ikki leingi afturat fríøki hjá dálkandi skipum, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum
 
11.07.2016 - 08:40

Sambært svarinum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, vera Føroyar ikki leingi afturat fríøki hjá dálkandi skipum.

Tað sigur hon í svari til Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, ið spurdi, nær Føroyar fara at seta skipum somu krøv sum grannalondini hava um at avmarka luftdálkingina.

Kunngerðin skal dagførast

Sirið Stenberg svarar, at hon hevur sett arbeiðið at smíða kunngerð um luftdálking frá skipum í gongd. Miðað verður eftir at hava eitt uppskot klárt í næstum.

Altjóða reglur um luftdálking frá skipum eru í einum sáttmála, sum Føroyar hava tikið undir við. Tí noyðast Føroyar at áseta reglur um luftdálking frá skipum samsvarandi altjóða krøvum.

Dømi eru um útlendsk skip, sum liggja millum oyggjarnar í Føroyum og bíða eftir farmi, tí her er loyvt at dálka meira enn aðrastaðni, har hesi skip plagdu at bíða eftir farmi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV

Annað frá KVF