Ups: Fagnaðu skeivum liði eftir søguligan sigur

bannari
Ups: Fagnaðu skeivum liði eftir søguligan sigur
Internetmiðilin, 8facts Sports, fagnaði mánakvøldið íslendska fótbóltsliðnum eftir sigurin á Onglandi. Myndin var kortini ikki av íslendska liðnum
Her er tað íslendska landsliðið, sum tryggjaði Íslandi víðari kappingarpláss í EM-kappingini. Tað heldur í øllum førum ein miðil, sum brúkti eina gamla mynd av føroyska landsliðnum
Mynd: Skíggjamynd/8facts Sports á Facebook  
 
28.06.2016 - 09:04

Hit like if you are happy for Iceland

Tað var teksturin á eini mynd, sum ítróttarmiðilin 8facts Sports fagnaði íslendska fótbóltslandsliðnum við á Facebook eftir 2-1 sigurin á Onglandi mánakvøldið

Men tað var skeiva liðið, sum 8facts Sports hevur fagnað á Facebook. Myndin, sum miðilin legði á Facebook, var ein gomul mynd av føroyska landsliðnum - ikki tí íslendska.

Onkur facebook-brúkari hevur nú gjørt miðilin, sum virkar á Facebook og YouTube, varugan við, at myndin ikki er av íslendska liðnum, men er ein eldri mynd av liðnum hjá føroyingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401