EM-skelkur: Ætlaði at fremja 15 álop

bannari
EM-skelkur: Ætlaði at fremja 15 álop
Ein franskur ríkisborgari er handtikin, tí løgreglan hevði illgruna um, at maðurin hevði ætlanir um at fremja yvirgang tá EM í fótbólti verður
Ukrainska løgreglan hevur handtikið ein franskan ríkisborgara. Myndugleikarnir halda, at maðurin hevði ætlanir at fremja 15 álop undir EM-kappingini í fótbólti
Mynd: AP  
 
06.06.2016 - 13:58

Ukrainska løgreglan hevur handtikið ein franskan ríkisborgara, sum er undir illgruna fyri at hava ætlanir um at fremja yvirgangsatsóknir, tá EM í fótbólti er seinni í hesum mánaðinum.

Tað skrivar norska kringvarpið, NRK. Sambært útlendskum miðlum hevði maðurin ætlanir um 15 álop. Í seinastu viku ávaraði USA um, at atsóknir kunnu verða framdar tá EM-kappingin er.

Franski forsetin, François Hollande, hevur eisini sagt, at hóttanir eru um yvirgang, meðan kappingin er. Evropameistarakappingin í fótbólti byrjar fríggjadagin 10. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325