Óttast yvirgang undir EM

bannari
Óttast yvirgang undir EM
Europeiska løgreglusamstarvið Europol ávarar nú um yvirgang undir EM-endaspælinum í fótbólti, sum verður leikt í Fraklandi í summar
Servand løgreglulið í Fraklandi venja støður, ið myndugleikarnir óttast kunnu stinga seg upp, verður yvirgangur framdur tá EM-kappingin í fótbólti verður í Fraklandi í summar
Mynd: AP  
 
15.05.2016 - 11:32

- Tað er skelkandi lætt at leypa á bleyt mál so sum kaffistovur, matstovur ella konserthøli. Eg eri ógvuliga stúrin um komandi EM-endaspælið, tí tað er eitt sera lokkandi mál fyri yvirgangsfólk.

Tað sigur Europolstjórin við Die Welt. Í apríl kunngjørdu fronsku myndugleikarnir, at undantaksstøðan í landinum er longd við tveimum mánaðum, so hon eisini er í gildi, meðan endaspælið í fótbólti er.

EM2016 byrjar 10. juni og varir í ein mánað. Til samans 51 fótbólsdystir verða spældir á tíggju ymsum vøllum í Fraklandi tá EM verður í summar.

Europol fyrireikar seg

Myndugleikarnir hava tryggjað sær eyka manning og útbúnað í góðari tíð, leggur evropeiska løgreglusamstarvið, Europol, dent á

- Okkum tørvar løgreglufólk, sum megna at virka undir somu umstøðum, sum vit sóu undir álopunum í París, sigur Rob Wainwright.

Yvirgangsatsóknirnar í París í november í fjør kostaðu 130 fólkum lívið. Myndugleikarnir halda seg nú hava funnið fram til og handtikið tey, sum stóðu aftanfyri ta atsóknina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401