Nógv fólk men einki stórmál í dagbókini á støðini

Nógv fólk men einki stórmál í dagbókini á støðini
Aftur hetta vikuskiftið var politiið á skeinkistøðunum, men har var alt í lagi
Nógv fólk vóru í býnum í nátt, men fá høvdu brúk fyri at ringja 112.
 
08.05.2016 - 10:11

Nógv fólk var úti í nátt, bæði í Havn og aðrastaðni, men politiið hevur eingi stórmál í journalini um náttina og morgunin.

Um fimm-tíðina kom fráboðan um, at ein maður var sligin á Toftum. 

Politiið hevur tosað við mannin, sum varð sligin, og hevur navnið á tí, sum er undir illgruna fyri at hava sligið.

Koyrdi løgið

Klokkan sjey í morgun var ein bilur steðgaður í Hoyvík, tí hann koyrdi nakað løgið. 

Bilførarin, ein ung kvinna, sum júst hevur fingið koyrikort, er undir illgruna fyri at koyra ávirkað.

Blóðroynd er eisini tikin av manninum, sum koyrdi út av vegnum í Kaldbaksbotni klokkan tvey í nátt. 

Alt í lagi

Politiið var á skeinkistøðunum í Havn beint fyri klokkan fýra í nátt, men har var alt í lagi. 

Og tað sama er at siga um skeinkistøðini í Klaksvík og í Eysturoynni, sum politiið vitjaði á midnátt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523