Máttu flyta fanga til Danmarkar við skipi

Máttu flyta fanga til Danmarkar við skipi
Atlantsflog vildi av trygdarávum ikki flyta ein varðhaldsfongslaðan mann við flogfari. Tí var neyðugt at flyta mannin til Danmarkar við Norrönu
Neyðugt var at flyta ein varðhaldsfongslaðan mann við Norrönu til Danmarkar. Atlantsflog vildi av trygdarávum ikki flyta mannin við flogfari
 
02.02.2016 - 12:39

Varðhaldið í Mjørkadali helt seg ikki til at hýsa einum varðhaldsfongslaðum manni, sum tí varð sendur í varðhald í Danmark.

Atlantsflog vildi av trygdarávum ikki flyta mannin við flogfari, og tí var neyðugt at flyta mannin til Danmarkar við Norrönu.

Fimm fólk fylgdu manninum til Danmarkar

Hósdagin í farnu viku fóru fýra løgreglufólk og ein fangavørður við manninum til Danmarkar. Illveður var á ferðini, og tí bar ikki til at hava mannin avbyrgdan í tí rúminum sum var riggað til til ferðina.

Neyðugt var at flyta mannin í eitt rúm longur niðri í skipinum, sigur Hildur Hentze, leiðari í kriminaldeildini. Hon sigur, at manningin syrgdi fyri, at alt gekk so væl sum tað kundi.

Tá Norröna kom til Hirtshals, tók løgreglan í Norðurjyllandi ímóti føroyska liðnum, og flutti varðhaldsfongslaða mannin og hini til Keypmannahavnar, har maðurin nú situr í varðhaldi.

Óvist um varðhaldsfongslingin skal leingjast

Maðurin er varðhaldsfongslaður til 19. februar. Tí er spurningurin um neyðugt verður at leingja varðhaldsfongslingina.

So skal maðurin flytast aftur til Føroya, um hann ikki gongur við til at varðhaldsfongslingin verður longd, uttan rættarfund. Tað kann hann góðtaka, og so sleppur hann frá flutninginum.

Hildur Hentze sigur, at løgreglan arbeiðir av øllum alvi fyri at fáa málini ímóti manninum savnað saman, so hann kann koma fyri rættin, tá varðhaldsfongsilingin er úti tann 19. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678