Leguhúsið í Nesvík útbyggjast fyri 30 milliónir

Leguhúsið í Nesvík útbyggjast fyri 30 milliónir
Útbyggingin fevnir um 12 hjúna- og familjukømur, felagsøki við útsýni suður móti brúnni, umframt góðar 450 fermetrar stóra høll
Leguhúsið í Nesvík er blivið ov lítið til virksemi, og skal tískil byggjast út. Útbyggingin er mett at kosta umleið 30 milliónir krónur
 
10.11.2015 - 10:45

Leguhúsið í Nesvík skal útbyggjast, skrivar heimasíðan, mission.fo. Ætlaða útbyggingin fevnir um 12 hjúna- og familjukømur, felagsøki við útsýni suður móti brúnni, umframt góðar 450 fermetrar stór kombihøll.

Høllin skal partvís nýtast til møti, fyrilestrar, skeið, konsertir og aðrar samkomur. 500 sitipláss vera í høllini. Harumframt skal høllin nýtast til alskyns ítrótt og spæl. Knýtt at høllini eru skiftirúm við brúsum.

Tørvurin at byggja út stórur

Verandi hús hevur 15 kømur við tilsamans 132 seingjarplássum, og matsalurin hýsir bæði máltíðum og felagstiltøkum.

Tørvurin at byggja út er stórur. Serliga er tørvur á høllini, tí sum er má matsalurin umskipast í samband við alt annað virksemi. Í 25 ár hevur Leguhúsið í Nesvík hýst túsundtals børnum, ungum og vaksnum úr øllum Føroyum til legur og onnur tiltøk.

Samanlagt eru umleið 10-15.000 gistingar í Nesvík hvørt ár. Tá verandi leguhús varð bygt (1987-1993), varð tað borið av sjálvbodnum hondum. Sama er við ætlaðu útbyggingini, sum er mett at kosta umleið 30,5 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896

Meira um sama evni