Samstarvaðu við tollvaldið í Føroyum

Samstarvaðu við tollvaldið í Føroyum
Politiið og tollvaldið í Íslandi høvdu samstarv við tollvaldið í Føroyum, tá tvey fólk vórðu tikin á Seyðisfirði týsmorgunin
Politiið og tollvaldið í Íslandi samstarvaðu við tollvaldið í Føroyum tá tvey fólk vórðu tikin, tá tey komu við Norrönu á Seydisfjørð týsmorgunin
Mynd: RUV  
 
10.09.2015 - 07:59

Politiið og tollvaldið í Íslandi høvdu samstarv við tollvaldið í Føroyum, tá tvey fólk úr Niðurlondum vórðu tikin á Seyðisfirði, tá tey komu hagar við Norrønu týsmorgunin. Tað sigur løgreglan á Eysturlandinum í tíðindaskrivi.

Í bilinum hjá niðurlendingunum vóru 80 kilo av hvítum pulvuri í nógvum posum, sum politiið sigur er rúsevni, men enn er ikki upplýst, hvat fyri slag av rúsevni, talan er um. Ella, um talan er um rúsevni yvirhøvur.

SÍ EISINI Tikin við 100 kilo av rúsevnum

Fólkini, maður og kvinna um 45 ára aldur, eru vaðhaldsfongslað í tvær vikur, skriva íslendskir miðlar. Tey eru flutt til Reykjavíkar.

Verjin hjá manninum segði við íslendska kringvarpið, RÚV, at ikki er avgjørt enn, um varðhaldsfongslingin verður kærd til Hægstarætt. Verjin hjá handtiknu kvinnuni hevði ongar viðmerkingar í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531