Fólkatingið hevur sín fyrsta fund

bannari
Fólkatingið hevur sín fyrsta fund
Á fyrsta fundinum hjá nývalda fólkatinginum, ið byrjar klokkan 11 okkara tíð, skal millum annað fyribils formaður ella forkvinna veljast
Klokkan 11 føroyska tíð verður fyrsti fundurin hjá nývalda fólkatinginum. Fyribils formaður - ella forkvinna - skal veljast, og fólk skulu veljast at kanna fólkatingsvalið
 
02.07.2015 - 08:50

Nývalda fólkatingið hevur sín fyrsta fund í dag klokkan 11:00 okkara tíð. Tá fer Bertel Haarder, sum hevur sitið longst í fólkatinginum, at skipa fyri at velja fyribils formann ella forkvinnu.

Eisini skulu veljast 21 tingfólk at kanna fólkatingsvalið 18. juni, viðgera møguligar kærur um valið, og síðani gera innstilling um at góðkenna valið og tey valdu.

Í morgin klokkan 10:00 okkara tíð fer fólkatingið at atkvøða um tilmælið hjá "Udvalget til Prøvelse af Valgene." Síðani verður tingfundurin útsettur, meðan nýggj tingfólk skriva undir, at tey vilja halda grundlógina.

Síðani velur fólkatingið formansskapin, Pia Kjærsgaard í danska fólkaflokkinum verður forkvinna í fólkatinginum. Fólkatingssetan byrjar annars fyrsta týsdag í oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762