Orsøkin til eldsbrunan funnin

Orsøkin til eldsbrunan funnin
Orsøkin, til at eini hús í Bøgøtu í Klaksvík brunnu í grund fyri trimum vikum síðani, er nú funnin. Kanningar hjá donsku løgregluni eru lidnar
Skammlop í eini frystiboks var orsøk til at hesi húsini í Bøgøtu í Klaksvík brunnu í grund, er niðurstøðan av kanningunum hjá løgregluni
Mynd: Savnsmynd/Sigrún H. Brend  
 
18.05.2015 - 12:23

Skammlop í kondensaranum í eini frystiboks var orsøkin til eldsbrunan í einum húsum á Bøgøtu í Klaksvík fyri sløkum trimum vikum síðani.

Tað vísa úrslitini frá kanningum, sum tøkningar hjá donsku løgregluni hava gjørt eftir eldsbrunan í Klaksvík 28. apríl.

Eldurin varð fráboðaður um fýratíðina um náttina, men tá sløkkiliðið kom á staðið, var eldurin so stórur, at har var ikki hugsingur um at sløkkja hann. Seinastu tríggjar mánaðirnar hava fólk ikki búð í húsunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659