Ferðsluóhapp í Norðoyatunnlinum

Ferðsluóhapp í Norðoyatunnlinum
Klokkan hálvgum fýra í morgun rendu tveir bilar saman í Norðoyatunnlinum
 
16.05.2015 - 09:40

Klokkan hálvgum fýra í morgun hendi eitt ferðsluóhapp í Norðoyatunnlinum.

 

Tveir bilar rendu saman, og tað vísti seg, at annar av bilførarunum var ávirkaður av rúsdrekka.

 

Bilarnir fóru illa, men eingin fólkaskaði var. Bilførararnir í báðum bilunum blivu tó sendir á sjúkrahús til kanningar.


Í miðbýnum í Havn bleiv eisini ein bilførari skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring í nátt.

 

Politiið sigur annars, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454