Pedofilir føroyingar dusa sær á internetinum

Pedofilir føroyingar dusa sær á internetinum
Føroyingar eru yvirumboðaðir á tjattsíðuni "Scandiland", har norðurlendskir pedofilar samskifta frítt. 33 av 1100 brúkarum eru føroyingar
 
14.05.2015 - 09:50

Føroyskir pedofilar samskifta frítt á internetinum við 1000 onnur samhugað á einari loyniligari tjattsíðu, sum nevnist "Scandiland".

Trý prosent - ella 33 - av teimum 1100 tjattarunum á "Scandiland" eru føroyingar. 

Hetta vísir kanningararbeiði, sum tíðindafólk á norska NRK hava gjørt seinastu mánaðirnar.

Á myrku síðuni

"Scandiland" er ein síða, sum liggur á tí, ið verður rópt "myrka síðan" á internetinum ella Dark Net. Har liggja síður, sum tú einans sleppur inn á umvegis netverk, ið brúka loyniskriftir, eitt nú Tor.

Loyniskriftin ger tað sera torført hjá løgregluni og øðrum at finna slóðirnar aftur til brúkarar, sum brúka tílík netverk.

Tað sermerkta við "Scandiland" er, at tú skalt duga at samskifta á einum norðurlendskum máli, fyri at sleppa at taka lut í tjattinum á "Scandiland". 

Samskift verður um alt frá neyðtøku av børnum til at seta á stovn loyniligar felagsskapir fyri pedofilar. 

Føroyingar yvirumboðaðir

Danmarks Radio hevur greinað tilfarið hjá NRK, og greiningin vísir, at trý prosent av - ella 33 - av teimum 1100 brúkarunum, sum NRK hevur skrásett á "Scandinet", eru úr Føroyum. Í mun til fólkatalið, so eru føroyingar nógv best umboðaðir. 

34 prosent av brúkarunum eru úr Danmark, 27 úr Svøríki, 24 úr Noregi, 4 prosent úr Finnlandi, 3 prosent úr Íslandi, 3 prosent úr Føroyum og 5 prosent verður bólkað undir øðrum. 

Les eisini (á dr.dk): Hundredvis af danske pædofile mødes på det "mørke net"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424