Byggja nýtt missiónshús í Gøtu

Byggja nýtt missiónshús í Gøtu
Ósemja við Landsverk hevur seinkað arbeiðinum
 
10.05.2015 - 09:43

Nú verður farið undir aftur verkætlanina at byggja nýtt missiónshús í Gøtu. 

Tað skrivar Trúboðin á heimasíðuni. 

Upprunaliga var ætlanin at arbeiðið skuldi byrja fyri tveimum árum síðani, tá gamla missiónshúsið Bethania varð tikið niður, men stígur kom í verkætlanina. Orsøkin var staðsetingin, tí Landsverk kravdi, at húsið skuldi vera 25 metrar frá landsvegnum. 

Síðani hava fundir verið millum stýrið fyri missiónshúsið, Eysturkommunu og landsverk, sum nú hevur givið grønt ljós til verktæanina. 

Grundstykkið er grivið, og nú verður farið undir at spreingja og planera. 

Torleif Justinussen, limur í stýrinum fyri Missiónshúsið, sigur við Trúboðan, at stýrið hevur ikki sett nakra freist fyri, nær nýggja húsið skal vera liðugt. 

Tað er teknistovan í Gøtu, sum hevur teknað nýggja missiónshúsið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391