Hann varð 87 ár: Virðisløntur rithøvundur farin

Hann varð 87 ár: Virðisløntur rithøvundur farin
Týski rithøvundurin, Günter Grass, sum fekk nobelheiðurslønina í bókmentum í 1999, er deyður, 87 ára gamal
Günter Grass, sum varð mettur sum ein av týdningarmestu høvundunum í týskari søgu, er deyður, 87 ára gamal
Mynd: AP  
 
13.04.2015 - 13:25

Günter Grass, sum varð mettur sum ein av týdningarmestu høvundunum í týskari søgu, var 87 ára gamal, og hann doyði í heimbýnum Lübeck, skrivar tíðindastovan, DBA.

Günter Grass skrivaði sína fyrstu skaldsøgu, Blikktrumman, í 1959. Henda skaldsøgan varð viðurkend um allan heimin. Hon varð gjørd til film í 1978, og hevur eisini verið framførd á sjónleikapalli.

Bókin, Blikktrumman, hjá Grass er um barnið Oscar, sum fær eina blikktrummu í føðingdardagsgávu, tá hann fyllir trý ár, og síðani noktar drongurin at vaksa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558