Seks mál um djóravanrøkt

Seks mál um djóravanrøkt
Seinastu fimm árini hevur politiið fingið 12 fráboðanir um beinleiðis djóravanrøkt. Seks mál gjørdust revsimál
Seinastu fimm árini hevur politiið fingið 12 fráboðanir um beinleiðis djóravanrøkt. Seks mál gjørdust revsimál. Hundurin á myndini er tó ikki partur í nøkrum av málunum
Mynd: sxc.hu

03.02.2015 - 11:10

Harafturat komu 23 fráboðanir um onnur viðurskifti viðvíkjandi djórum árini 2010-2014, viðurskifti, sum kanska vóru vanrøkt. Kanningar staðfestu tó, at grundarlag var ikki fyri at gera meira við hesi mál.

Tað hevur Vinnumálaráðið fingið at vita frá politinum. Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum spurdi um djóravernd.

Landsstýrismaðurin sigur, at landsdjóralæknin hevur í sambandi við fyrispurningin víst á, at brúk er fyri kunngerð, sum ítøkiliga ásetur mark fyri, nær djór verða viðfarin á forsvarligan hátt, til dømis, tá ross, seyður og hundar eru úti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896