Noktar seg sekan

Noktar seg sekan
34 ára gamli føroyingurin, sum í gjár varð handtikin á Frederiksberg og skuldsettur fyri at hava dripið javngomlu donsk konu sína, noktar seg sekan
 
06.01.2015 - 10:30

Grundlógaravhoyring er í løtuni av 34 ára gamla føroyinginum, sum er skuldsettur fyri at hava dripið konu sína á Frederiksberg í gjár. Avhoyringin er fyri afturlatnum hurðum, men áðrenn hurðarnar vórðu latnar aftur, kom fram, at maðurin nú noktar seg sekan. 

Tað var annars maðurin sjálvur, sum í gjár ringdi til løgregluna og boðaði frá, at hann nokk hevði dripið konu sína. 

Í gjár segði Hans Erik Raben, leiðari fyri drápsdeildini hjá løgregluni í Keypmannahavn, at málið var rættiliga greitt. 34 ára gamli føroyingurin hevði stungið donsku konu sína fleiri ferðir, og orsøkin nokk var eitt baldrut hjúnarband.

Men í dag segði verjin hjá skuldsetta føroyinginum, Malene Wagner, at hann noktaði seg sekan, og bað um at fáa navnaforboð og hurðarnar afturlatnar. Tíðindafólkini mótimæltu, men ynskið hjá verjanum varð gingið á møti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797