Kvinnu- og manshondbóltdystir í Havn í morgin

Kvinnu- og manshondbóltdystir í Havn í morgin
Ágóðin frá dystunum verður latin Sjóndeplinum til eitt lasertólk, ið gevur blindum møguleika av virka ymsar lutir
 
20.09.2014 - 14:35

Dysturin hjá kvinnum verður klokkan 17 millum føroyameistararnar úr Kyndli og steypafinalistarnar úr Neistanum, og dysturin hjá monnum verður klokkan 19 millum føroyameistararnar úr KÍF og steypavinnararnar úr Kyndli.

Spælt verður um tvey spildurnýggj steyp, Lionsbikørini, sum spælast skal um næstu tíggju árini ella til eitt felag hevur vunnið oftari enn onnur.

Tað er Faroe Agency, ið hevur stuðlað átakinum hjá Lions Club og Hondbóltssambandi Føroya, við at lata steypini.

Ágóðin fer til lasertól

Ágóðin frá dystunum kemur hesaferð Sjóndeplinum til góðar.

Meira ítøkiligt er talan um at stuðla keypi av einum serligum lasertóli, ið gevur blindum føroyingum møguleika at virka allar møguligar gagnlutir.

Ágóðin frá Ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn fer til sama endamál, og í tí sambandi fær Sjóndepilin í hálvleikinum á mansdystinum handaðar 50.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762