Video: Her leypa fimleikarar á sjógv á súkklu

Video: Her leypa fimleikarar á sjógv á súkklu
Teir hava áður lopið á sjógv úr høgum gjáum ymsastaðni í Føroyum. Nú hava teir eisini roynt at fara bóltandi á sjógv - á súkklu
Teir hava fyrr roynt seg við at leypa í havið úr høgum gjáum. Nú royna teir seg við at bólta rút á sjógv - á súkklu
Mynd: Skíggjamynd/YouTube  
 
12.09.2014 - 08:42

Sigur tú súkkla, sigur tú ikki eisini sjógvur í sama viðfangi. Tað var í øllum førum ikki gamalt, at súkklur og sjógvur ganga hond í hond.

Sí video niðanfyri

Nú hava nakrir føroyskir fimleikarar, ið áður hava lopið á sjógv úr høgum gjáum í Føroyum og á ólavsøku, eisini roynt seg við at leypa á sjógv - á súkklu.

Teir súkkla skjótt á ein heimagjørdan skráa, og bólta síðan rút áðrenn teir sjálvir og súkklurnar fara á bláman. Upptøkurnar vórðu gjørdar í Kaldbak.
 

Video: Plúmm - Faroe Islands (Bike Jumping)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Fríggjadag 11. juli
RagnarRokk: Oskar Holldorff um Shards
194118
Fríggjadag 11. juli
Morgunlestur fríggjadagur 11.juli 2025
194083
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. juli
Veðrið
194338
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098