Kring Føroyar-súkklukappingin fyri motionistar

Kring Føroyar-súkklukappingin fyri motionistar
Nú so nógvir súkklarar í Team Rynkeby Føroyar hava súkklað til París, skulu hesir eisini fáa høvið at súkklað kapp í Føroyum
Mynd: tsf.fo  
 
18.07.2014 - 14:45

Nevndin í Tórshavnar Súkklufelag hevur gjørt av, at Rynkeby-súkklararnir og aðrir motionistar, fáa høvið at súkkla við í Volvo Kring Føroyar, sum verður frá 23. juli til 27. juli. 

Motionistarnir súkkla sama tein, sum unglingar, 250 kilometrar. 

Unglingar og motionistar koyra soleiðis:

23. juli, 60 km: Steymoy – Borðoy. Hósvík – tunnilin við Streymin – Gøtueiði – Klaksvík – Haraldsund – Klaksvík (Effostøðin)

24. juli, 60 km: Effostøðin í Gundadali – Kaldbakstunnilin – Hósvík – Kollafjørð – Sornfelli (málið)

25. juli, 18 km: Einkulstartur á Sandoynni. Teinur: Effostøðin – Meginskúlin – Effostøðin – Magnstøðin – Effostøðin. Teinurin skal koyrast 2 ferðir.

26. juli, 60 km: Suðuroy. Tvøroyri –Hovsegg – Hov – Porkeri – Vág – Lopra – tunnilin í Hovi – Tvøroyri. Startur og mál við Effostøðina á Tvøroyri.

27. juli, 36 km: Steymoy: Startur og mál við Wenzel P/F. Teinurin gongur millum Akranesgøtu, Gomlurætt Marknagilsvegur, Velbastaðvegur og Akranesgøtu. Teinurin er 17 km langur, og skal koyrast tvær ferðir. Síðan skulu smá umfør koyrast, og tað er aftur Akranesgøta, Millum Horna, Marknagilsvegur, Velbastaðvegur og Akranesgøta. Hesin teinur er 1 km langur, og skal koyrast tvær ferðir.

Tú kanst lesa meira um Volvo Kring Føroyar á heimasíðuni hjá Tórshavnar Súkklufelag, tsf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176