Guðmundur kappast í Luksemburg

Guðmundur kappast í Luksemburg
Guðmundur Joensen kappast í morgin í Ironman kapping í Luksemburg
 
20.06.2014 - 10:14

Guðmundur Joensen skal í morgin royna seg ímóti átta av heimsins sterkastu Ironman-íðkarum.

Kappingin verður í Luksemburg, og Guðmundur Joensen sigur, at hann fer at satsa við taktikkinum.

 

- Eg skal royna formin og veruliga arbeiða hart frá byrjan. Hetta er ein "alt ella einki taktikkur", men skal eg menna meg, so má eg tora at satsa, skrivar Guðmundur Joensen á Facebook.

 

Í kappingini skal Guðmundur svimja 1,9 kilometrar, súkkla 90 kilometrar og renna 21,1 kilometur.

Kappingin er í Mosel-økinum í Luksemburg. Meira kann lesast um kappingina her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095