Víkingur og B36 stórfavorittar

Víkingur og B36 stórfavorittar
Tey flestu sum hava tippað á heimasíðuni hjá Kringvarpinum vænta, at Víkingur og B36 vinna í fyrsta umfari. Størstur ivi eru um ÍF-KÍ
 
14.03.2014 - 17:02

Sambært teimum 500, sum hava tippað á kvf.fo, eru Víkingur og B36 størstu favorittarnir í morgin.

89 prosent vænta at Víkingur vinnur á AB, og 78 prosent vænta, at B36 vinnur á Skála.

Sambært teimum sum hava tippað er dysturin millum ÍF og KÍ púra opin. 32 prosent vænta ÍF sigur, 37 prosent vænta javnleik, og 31 prosent vænta, at KÍ vinnur dystin.

Nógv vænta eisini, at NSÍ vinnur á B68.

 

Higartil sær tað soleiðis út:

Víkingur - AB 89% - 8% -3%

ÍF - KÍ 32% - 37% - 31%

B36 - Skála 78% - 17% - 5%

EB/Streymur - HB 16% - 42% - 42%

NSÍ - B68 67% - 27% - 6%

 

Um tú ikki hevur givið títt boð enn, kannst tú tippa her . Ein vinnari, sum fær allar fimm dystirnar rættar, vinnur tvær landsliðsblusur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176