Malaga sleppur ikki at spæla ímóti Føroyum

Malaga sleppur ikki at spæla ímóti Føroyum
Spanska fótbóltssambandi hevur avlýst venjingardystin millum Malaga og Føroyar
 
04.03.2014 - 14:31

Eftir ætlan skuldi føroyska landsliðið, sum í løtuni er á venjingarlegu í Mijas í Suður-Spania, spæla venjingardyst móti spanska La Liga felagnum Malaga í morgin.

Men hesin dystur er nú avlýstur, tí spanska fótbóltssambandið hevur sett forboð fyri, at dysturin verður spældur.

Spanska landsliðið spælir í morgin venjingardyst móti Italia á heimavølli, og spanska fótbóltssambandið vil ikki, at nakað annað landslið spælir dyst í Spania samstundis.

Fsf.fo skrivar, at dysturin millum Føroyar og Malaga var annars avtalaður fyri rúmari tíð síðani, og tað eru altjóða góðkend umboðsfólk, ið hava tikið sær av at fingið dystin í lag.

Men nú eru boð komin frá spanska fótbóltssambandinum, at Føroyar og Malaga ikki sleppa at spæla í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095