Lutakast um steypakappingarnar í 3-2 í kvøld

Lutakast um steypakappingarnar í 3-2 í kvøld
Í kvøld verður lutakast í 3-2, um hvussu spælast skal í steypakappingini hjá kvinnum, og í Løgmannssteypinum
 
03.03.2014 - 12:24

Í ár eru bara seks feløg við í steypakappingini hjá kvinnum. Fýra feløg skulu spæla í fyrsta umfari, sum verður 16.mars.

Øll feløgini eru í bollanum, tá drigið verður í kvøld. Tvey feløg koma ikki úr bollanum, og tey fara beinleiðis í hálvfinalurnar, meðan hini fýra spæla um rættin.

Liðini sum eru við í kvinnukappingini eru KÍ, HB, B36, EB/Streymur/Skála, Víkingur/ÍF og AB.

Drigið verður eisini um Løgmannssteypið hjá monnnum. Fyrst verður drigið um undanumfarið.

Feløgini sum skulu spæla í undanumfarinum eru Royn, Undrið, Giza/Hoyvík, MB og B71.

Fýra feløg mynda tveir dystir í undanumfarinum, meðan fimta liðið, sum ikki kemur úr bollanum fer víðari í fyrsta umfarið.

Øll feløgini í ovastu kappingunum eru við í bollanum, tá drigið verður um, hvussu spælast skal í fyrsta umfarið.

Undanumfarið í Løgmannssteypinum verður 15.mars. Fyrsta umfarið verður 5.apríl.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095