Jóan Símun Edmundsson til AB

Jóan Símun Edmundsson til AB
Føroyski landsliðsframherjin, Jóan Símun Edmundsson, hevur skrivað sáttmála við AB
Jóan Símun Edmundsson og formaðurin í FC Argjum skrivaðu undir sáttmálan í morgun
Mynd: ab.fo  
 
22.02.2014 - 11:54

Føroyski landsliðsleikarin hevur leingi leitað eftir nýggjum felagi. Ynski hjá honum var at koma uttanlands, men tað hevur eftir øllum at døma ikki eydnast.

Tó er nógv ið bendir á, at Jóan Símun Edmundsson framvegis vil spæla fótbólt uttanlands, tí sáttmálin við AB er bara galdandi til summarhálvuna.

Jóan Símun Edmundsson er fegin um, at sáttmálin er komin upp á pláss

"Eg eri fegin um at vera komin heim til Føroya. og glaður um at kunna spæla við AB"

"Ein av orsøkunum til at eg eri komin heim aftur er, at eg ikki havi fingið so nógva spælitíð uttanlands. Nú vóni eg at sleppa at spæla nógvar dystir, og tað gleði eg meg til", sigur Jóan Símun Edmundsson við ab.fo

Jóan Símun Edmundsson hevur spælt 23 landsdystir fyri Føroyar, og hevur skorað eitt mál.

Hann hevur spælt uttanlands síðan 2010, har hann hevur umboðað Newcastle, Gateshead, Viking og Fredericia.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968