Tórførasti dysturin verður í kvøld

Tórførasti dysturin verður í kvøld
Føroyska kvinnulandsliðið skal í kvøld spæla HM-undankappingardyst móti Svøríki, sum vann bronsu í HM í 2011
Mynd: womenssoccerunited.com  
 
31.10.2013 - 11:43

Klokkan seks í kvøld spæla Svøríki og Føroyar á Gamla Ullevi í Gøteborg.

Hesin dysturin verður helst tann tórførasti hjá Føroyum, tí svenska landsliðið verður mett sum eitt tað sterkasta í heiminum. 

Svøríki hevur tvær ferðir vunnið HM-bronsu. Fyrstu ferð var í HM í Kina í 1991. Svøríki vann aftur bronsu í HM í Týsklandi í 2011.

FSF.fo skrivar, at áhugin fyri dystinum er stórur í svenskum miðlum. Venjarin, Jón Pauli Olsen og liðskiparin, Malena Josephsen eru nógv eftirspurd til samrøður.

Fyrr í dag vóru 3.000 atgongumerkir seld til dystin. 

 

mynd: womenssoccerunited.com

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV