Brek á sjónvarpsnetinum í Suðuroy

Brek á sjónvarpsnetinum í Suðuroy
Brek á antennuskipanini á Hestinum í Suðuroy hevur við sær, at trupult kann vera hjá hyggjarum í Sumba at síggja sjónvarpið
 
29.10.2013 - 15:00

Brek er í løtuni á antennuskipanini á Hestinum í Suðuroy. Tískil kunnu hyggjarar í Sumba hava trupulleikar við at móttaka sjónvarpið við analogum signali.

Sjónvarpsnetið kring allar Føroyar skal talgildast. Av tí at tað tekur drúgva tíð at útvega eykalutir, og ætlanin er at skifta til talgilda senditøkni á Hestinum 26. november, verður antennuútgerðin á Hestinum ikki umvæld.

Til skift verður til talgilda sendinetið á Hestinum í Suðuroy, kunnu hyggjarar í Sumba annaðhvørt móttaka sjónvarpið talgilt umvegis Televarpið, ella hyggja í netvarpinum her: Beinleiðis sjónvarp

Kringvarpið harmast brekið á antennuskipanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392