- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tímir tú at bera tallerkin yvir í køkin? Kanst tú sløkkja telefonina nú? Tímir tú at lata teg í jakka?
Fleiri foreldur munnu kenna til støður, har tey vita, at taka tey eina avgerð fyri barnið, ja so er grátur og ósemja í væntu.
Men tað er umráðandi, at foreldur tora at taka tær ópopuleru avgerðirnar, tá tað er tað besta fyri barnið.
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir. Børn hava tørv á hjálp og vegleðing frá teimum vaksnu, og í flestu førum vita tey vaksnu betur enn barnið.
Soleiðis sigur Sára Gullfoss, sum er heilsufrøðingur.
Ópopuleru avgerðirnar kunnu lættliga elva til keðiligar støður, har barnið skeldar og grætur. Men soleiðis nýtist tað ikki at vera.
- Tað er í lagi, at barnið reagerar, tá okkurt ikki gongur soleiðis, sum barnið vil. Men tá er umráðandi, at vit sum foreldur eru rólig og hjálpa barninum at vera í støðuni, sigur Sára Gullfoss.
Ofta halda foreldur, at tey gera eina góð gerð við at lata barnið vera við til at taka ymiskar avgerðir.
- Tað er ikki altíð eitt gott hugskot at geva børnunum ov nógvar valmøguleikar. Vilt tú eta fisk, lasanju ella frikadellur? Børn skulu ikki hava hasa ábyrgdina. Sjálvandi kunnu børn vera við í onkrum avgerðum, men sum heild orka børn illa alla tíðina at skula taka støðu til ymiskt, sigur Sára Gullfoss.
Í morgunsendingini greiðir Sára Gullfoss frá uppaling og ymiskum uppalingarhættum.