- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Sunnudagin fekk Marius Danielsen boð um, at hann er ein av vinnarunum í Georg Mohr støddfrøðiskappingini. Tað merkir, at hann fer til Danmarkar at luttaka á einum vinnaraskeiði 25.-28. februar, sum tann einasti úr Føroyum. Tað eru 10 ár síðani, at nakar úr Føroyum hevur verið millum vinnararnar.
Á skeiðnum skulu tey til undirvísing, royndir og fyrilestrar við tí endamáli at senda nøkur víðari til kappingar í støddfrøði. Ein partur er eisini at vera saman við øðrum, sum hava áhuga fyri støddfrøði.
Georg Mohr kappingin er ein støddfrøðiskapping ætlað miðnámsskúlanæmingum. Endamálið er at stimbra áhugan fyri støddfrøði og at geva evnaríkastu næmingunum avbjóðingar við uppgávum, sum eru torførari enn vanligt.
Vinnaraskeiðið endar við einari roynd, sum avger, hvør sleppur víðari til norðurlendsku støddfrøðiskappingina.