- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Karin Margretha Larsen, havfrøðingur og deildarleiðari á Havstovuni, er ein av teimum 17 limunum, sum eru valdir í eitt nýtt ráðgevandi toymi hjá Danska veðurlagsgranskingarstovninum, Nationalt Center for klimaforskning.
Uppgávan hjá Karin Margrethu Larsen og hinum í nýggja ráðgevandi toyminum er at kunna vitanina um veðurlagsbroytingar og teirra avleiðingar fyri menniskju og náttúru í ríkisfelagsskapinum.
NCKF, sum varð stovnað í januar 2020, hevur til endamáls at granska og miðla vitan um veðurlagsbroytingar og teirra avleiðingar fyri menniskju og náttúru í ríkisfelagsskapinum. NCKF virkar eisini sum stuðul undir arbeiðinum hjá DMI sum veðurlagsráðgevi hjá donsku stjórnini.
Granskingin hjá NCKF fevnir víða og er serliga um veðurlagsvitan til tað danska samfelagið og evnir, sum hava týdning fyri ríkisfelagsskapin, gransking í polarum viðurskiftum og globalum veðurlagsmodellum.
Nýggja ráðgevandi toymið er ein samanlegging av ráðgevandi nevndini og vísindaliga panelinum, sum virkaðu frá 2021 til 2022. Nýggja toymið, sum er valt fyri tvey ár, hevur 17 limir við serligari vitan innan veðurlagsbroytingar.
Toymið skal veita kunning um tað, sum rørir seg í samfelagnum, eins og um avbjóðingar og tørvir.
Samstarvið við toymislimirnar kann eisini elva til nýggj samstørv, samarbeiði og gransking til gagn fyri samfelagið.