- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Eitt videobrot av føroyskum veðurmanni, sum lesur veðrið á lýtaleysum týskum, fronskum, sponskum, ukrainskum og kinesiskum, fór sum eldur á sosialum miðlum í gjár.
Tað vísir seg, at hetta er ein avatarur, sum Regin W. Dalsgaard og Andrias Gregoriussen hava evnað til.
Fleiri vóru á morgunredaktiónini í gjár og hugdu at videobrotinum. Øll vóru púra paff av hesum, tí tað bæði sær út og ljóðar fulkomuliga veruligt. Tónalag, keipur, kroppsmál.
Tólini eru tøk hjá øllum at brúka, sigur Regin W. Dalsgaard. Hann sær stórar møguleikar í nýggju tøknini. Ikki minst hjá Kringvarpinum, sum á henda hátt kann fleirfalda sína framleiðslu.
Hetta er ein stórur møguleiki hjá okkum. Lat okkum taka tøknina til okkum og blíva undangonguland. Tað ber væl til, sigur Regin W. Dalsgaard at enda.
Brotið sæst á hesum leinki.