Góðan morgun Føroyar

Nógvir føroyingar raktir av umfarssjúkum
07-02-2024
Tað eru fleiri orsøkir til, at so nógv fólk ganga við høvuðpínu, fepri og hosta júst nú, heldur kommunulækni.

Hosti, fepur, høvuðpína og nos.

Seinastu mongu vikurnar hava nógv fólk havt júst hesi sjúkueyðkennini.

Sambært kommunulæknanum, Gunnhild Helmsdal, eru fleiri orsøkir til, at lutfalsliga nógv fólk hava krím, koronu ella influensu júst nú.

Ein høvuðsorsøk er árstíðin.

- Vit eru á hávetri nú, so tað er ikki so óvanligt við sjúkum um hesa tíðina. Tað er kalt, og vit eru meira inni, og tá trívast allar tær ymisku infektiónirnar betur, sigur Gunnhild Helmsdal og vísir samstundis á, at talið í ár ikki er óvanliga høgt samanborið við onnur ár.

- Tíðliga í heyst var tað serliga nýggja týpan av koronu, sum herjaði, og so byrjaðu øll hesi krímini at koma eisini. Og við krímunum fylgdi eisini kikhostin, sum vit hava havt eitt stórt útbrot av. Síðani kom ein blanding av ymiskum bakteriellum infektiónum og so eisini influensa, sigur Gunnhild Helmsdal.

Tað, at nógv fólk nóg illa blíva frísk, áðrenn tey gerast sjúk aftur, snýr seg um immunverjuna.

- Kroppurin er veikur, tá tú hevur havt eitt nú influensu, og verður tú útsett fyri onkrari bakteriu ella virus tá, ja so ert tú meira móttakilig í summum førum, heldur Gunnhild Helmsdal.

Umframt at greiða frá umfarssjúkum svarar Gunnhild Helmsdal eisini spurningum frá lurtarum.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024